Kósin er løgd

Óli Hans Biskopstø
__________________


Politikararnir hja sambandslandsstýrinum eru samdir um at ganga eina kós í móti einum djúpun lágtrýstið, teir báðir sambandsmennirnir Jørgin Niclasen og Bárður Nielsen hava váttað at so er, og skiparin hevur skrivað undir kósina. Javnaðarflokkurin hevur kastað sín klassekk yvir borð í strembanini eftir at fáa leiðsluna og hevur gloymt alt sum lovað varð áðrenn valið. Um hann enn er vakin.
Aðrenn hesir menn fara at sigla kósina og seta ferð á, eiga teir at seta seg á skúlabonk og læra, hvussu skútan fær ferð á motorin, hvar brendstoffið skal koma frá, tí at tað sum er umborð røkkur ikki langt, og teir kunnu rokna við at støðga mitt í lágtrýsteyganum, og tá nyttar ikki at seta segl.
Gera teir ikki tað, so er bert eitt at gera, og tað er at leggja kongin áðrenn skaðin er hendur og lata aðrar sleppa frammat, sum hava meira vitan um, hvussu alt hongur saman. Sum er eru tað bert ambitiónir sum ráða og ikki fornuftin.
Sum teir siga í handverksvinnuni. Hendurnar venda skeivt.