Í meira enn eitt ár hevur ongin fiskur verið arbeiddur á Kósini í Klaksvík. Men í dag verður flak aftur skorið. 12. novembur í fjør komu boðini, at Kósin í Klaksvík ikki var í gongd longur. Síðan tá hevur graml verið at hoyra um, hvussu gongd skuldi fáast aftur á virkið, og í dag byrjaði virkið aftur at arbeiða fisk.
? Tað eydnaðist væl hjá okkum síðst, og eg meini, at Klaksvíkin má hava hetta arbeiðsplássið, sigur Hanus Hansen við Sosialin í dag.
Fyri at tryggja rávøru til Kósina hevur virkið gjørt avtalu við tvey pør av partrolarum, umframt at tað eisini fer at royna eftir øðrum fiski.
Í løtuni eru eini 50 fólk til arbeiðis á virkinum, og tað er nógv færri enn tað vóru fyri nøkrum árum síðan, men Fríðin Ziskason, sum er virkisleiðari, roknar við fleiri arbeiðsfólkum komandi vikurnar.
? Eg vóni, at vit koma upp á 80 fólk um tríggjar vikur, sigur Fríðin Ziskason við Sosialin, sum kemur á gøturnar seinnapartin.