Fiskivinna
Mánadagin arbeiddu tey upsa á Kósini í Klaksvík. Virkið hevur keypt upsa frá Beta í Saltangará, har skipini, Bakur og Stelkur, landaðu mánamorgunin.
Á Kósini vænta tey annars línubátarnar inn seinni í hesi vikuni. Nakrir eru undir Føroyum, og nakrir eru undir Íslandi, eitt nú Klakkur og Jákup B.
Nøkur skip eru liðug við kvotuna undir Ísandi, sum í heyst royndist rættiliga væl.
Polarstjørnan er millum teirra, sum hava gjørt tað gott undir Íslandi í heyst. Teir vóru tveir túrar har yviri og høvdu eini 190.000 pund hvønn túrin.
Íslandskvotan hevur havt stóran týdning fyri línuskipini í heyst, nú minni hevur verið at fingið undir Føroyum.