Kósin vísir hvønn sín vegin

Gestirnir á Svangaskarði hava ikki tapt fimm tær síðstu ferðirnar, og vertirnir hava einki stig fingið fýra tær síðstu ferðirnar

Eftir fýra tey fyrstu umførini var einki glopp á støðutalvuni millum tey bæði feløgini, sum sunnudagin fara at takast á Svangaskarði. Síðani tá hevur gingið skjótt hvønn sín vegin. Vertirnir í B68 hava einki stig fingið í fýra teimum síðstu umførunum, og toftamenn eru nú so mikið niðarlaga staddir, at tað er møguleiki fyri, at teir eftir 9. umfarið vera aftastir.
                      Hjá HB hevur kósin verið hinvegin. Eftir laka úrtøku fyrstu ferðirnar, hava havnarmenninir rættuliga fótað sær. Úrtøkan hevur verið góð, og nú skal lítið til afturat, áðrenn teir rættuliga fara at leggja seg út í kappingina millum tey fremstu.
                      Krzystof Popczynski fær gott skoðsmál frá sínum spælarum. Eftir at hava sparkað fótbólt í fleiri ár eru teir í HB aftur farnir at spæla, og tað hevur gingið skjótt við leikligu menningini.
                      Seinnapartin av síðstu viku vóru fimm av spælarunum burtur frá venjing, tí teir vóru við landsliðnum í Póllandi. Í hesi vikuni hava teir aftur vant við fullari ferð. Tað er kapping um summi av plássunum. Serliga á miðvøllinum og í álopinum, har venjarin hevur latið ungu og evnaríku menninar skiftast um at spæla.
                      Í B68 er tað kærkomið, at málverjin, Tórður Thomsen, er tøkur aftur. Hann var leikbannaður í Fuglafirði orsakað av útvísingini í Vági.