Kósavirkið í Klaksvík hevur havt úr at gera, meðan verkfallið hevur lagt bein fyri nógvum av hinum fiskavirkjunum í landinum.
Arbeiðarafeløgini í Klaksvík gjørdu sáttmála við arbeiðsgevararnar fyri trimum vikum síðani, og tí hevur verkfallið ikki órógvað arbeiðið á Kósavirkinum.
? Vit hava arbeitt millum 200 og 250 tons um vikuna, og vit koma helst upp á 1000 tons hendan mánaðin, sigur Adrian Dalsá, stjóri á Kósini.
Í farna mánaði virkaði Kósin 600 tons, og tí er talan um fittan vøkstur. Eisini tá sammett verður við árstíðina, hevur Kósin havt munandi meiri at gjørt hendan mánaðin.
Rímuligan prís
Hóast lítil kapping hevur verið um fiskin, hevur Kósin roynt at latið hampuligan prís.
? Vit halda okkum hava latið rímiligan prís, tí tað loysir seg ikki hjá okkum at trýsta prísin í botn. Vit skulu jú liva víðari eftir verkfallið, sigur Adrian Dalsá.
? Vit kundu havt misbrúkt støðuna, men tað halda vit okkum ikki hava gjørt.
Farnu vikurnar hevur Kósin fingið rávøruna bíligari enn vanligt er, og tað er gott ískoyti til raksturin av virkinum, hóast lønirnar fóru upp fyri trimum vikum síðani.