KÍ skoraði sigurmálið fyri NSÍ

KÍ skoraði enn einaferð í egið mál, og tað gjørdist munurin í dystinum í Klaksvík í gjárkvøldið. Heimaliðið royndi at trýsta í seinna hálvleiki, men NSÍ var líka nær við at skora

KÍ-NSÍ

 

Dysturin í Klaksvík var ikki meira enn byrjaður, so hevði KÍ gjørt tað, sum teir hava verið góðir til seinastu vikurnar – nevniliga at skora sjálvmál. Á Toftum skoraði Kí sigursmálið fyri B68, í botndystinum ímóti B71 hjálpti KÍ til við einum máli fyri B71, og aftur í gjárkvøldið beindu teir bláu og hvítu bóltin í egið mál.

Ungi og evnaríki bakkurin Ári Samson var óheppin, tá Hjalgrím Elttør sendi innfyri úr vinstru, bólturin rakti hann í fótin og støkk í meskarnar aftanfyri Jákup Mikkelsen. Ein óheppin byrjan hjá unga spælaranum, sum hevði fingið møguleikan, men hann fótaði sær og spældi seg uppaftur.

NSÍ hevði munin í fyrra hálvleiki. Runavíkingar spældu skilabetri og høvdu rímiligt tak á støðuni. KÍ hevði onkrar royndir frá Rodrigo og eitt drønskot frá Eli Simonsen, men einki mál kom.

 

KÍ trýsti

Í seinna hálvleiki setti KÍ meira ferð á, og í løtum trýsti heimaliðið óført. Tað endaði við nógvum deyðbóltsstøðum, sum vóru við at skapa vanda, men KÍ megnaði ongantíð at spæla seg til opnar málkjansir.

Óli Hansen og Johan Troest Davidsen í miðverjuni vóru raskir at koma ímillum og standa fyri, tá KÍ sendi bóltar inn í brotsteigin, og málmaðurin Tórður Thomsen slapp undan at gera tær stóru bjargingarnar.

Sum seinni hálvleikur leið, kom NSÍ spakuliga við í dystin aftur, og seinasta korterið vóru runavíkingarnir vandamiklir. Jákup Mikkelsen, sum eftir dystin varð kosin ársins KÍ-spælari, hevði onkra stórbjarging, sum forðaði fyri, at NSÍ økti um leiðsluna.

 

Kegl og ljótar taklingar

Onkrir drúgvir steðgir vóru í seinna hálvleiki, og FIFA-dómarin Petur Reinert legði seks minuttir afturat. Men nógva av yvirtíðini fór við grenji, keglið og keðiligum taklingum.

Og meðan eitt grovt heglingsæl skolaði yvir Injector Arena, kundi klaksvíkingar at enda fegnast um, at B71 tapti sín dyst, og so hevði ósigurin ímóti NSÍ ongar keðiligar avleiðingar fyri klaksvíkingar.

NSÍ hevur við sigrinum spælt seg inn aftur í dystinum um bronsuheiðursmerkini.