KÍ-smádreingir á altjóða fótbóltfestival

Hesa seinastu tíðina hava nakrir sera spentir KÍ-smádreingir verið at sæð á fótbóltsvøllinum í Klaksvík tíðliga hvønn morgun. Nú ræður nevniliga um at fínpussa taktikk og annað, tí sunnumorgunin fara teir til Århus at luttaka í eini stórari altjóða fótbóltskapping.

Teir hava summarfrí og høvdu annars ivaleyst ligið í songini hesa tíðina á døgninum. Men sjálvt um klokkan bara er 10 henda fyrrapartin, og tað oysregnar, hómast nakrir KÍ-smádreingir á vøllinum gjøgnum allan mjørkan. Nú er ikki at sova, tí hetta er ein av seinastu møguleikunum, teir hava, at fínpussa spælið, áðrenn farið verður á altjóða Football-Festival í Århus.
Støðið á venjingini er høgt, og tað er alt hitt eisini. Spildurnýggju fótbóltsbúnarnir eru klárir, og er nakað, teir ivast í, er bara at fara inn á heimasíðuna www.football-festival.dk, har kappingarskráin longu eru at síggja, og øll onnur tíðindi allatíðina verða dagførd.
?Komið og spælið!? 
KÍ-smádreingirnir eru sum vera man ógvuliga spentir. Teir hava klárað seg rættiliga væl í ár og gjørdust vinnarar av steypakappingini, so sjálvsálitið er í topp. Og tað fáa teir eisini brúk fyri, so teir ikki hvørva millum hini umleið 100 liðini úr allari verðini, sum verða við í fótbóltskappingini í Århus.
Ongin ivi er um, at tað er fótbóltur, hendan altjóða Football-Festival fyrst av øllum snýr seg um. Umframt sjálva kappingina kunnu dreingirnir nevniliga eisini gleða seg til at síggja ein uppvísingardyst millum tvey altjóða oddalið og at hitta onkrar av teimum heilt kendu fótbóltshetjunum.
Men luttakarnir sleppa eisini at verða saman um annað enn fótbólt hesar dagarnar í Århus. Undir heitinum ?Komið og spælið!? eru dagarnir nevniliga skipaðir sum ein festivalur við konsertum, diskotekum og øðrum undirhaldi um kvøldarnar, har teir fleiri túsund luttakarnir kunnu taka sær av løttum og fáa møguleika at knýta nýggj vinarbond.
Eldhugaður foreldrabólkur
Í ferðalagnum verða trý foreldraumboð við, sum mugu sigast at hava ein sera virknan og ágrýtnan foreldrabólk aftanfyri seg. Longu tíðiliga í ár fóru tey holt við at savna pening inn til ferðina við tiltøkum sum tombola og stuðulsrenning, og beint fyri Norðoyastevnu vóru foreldur og dreingir at síggja í gøtunum í Klaksvík við trillibørum og kustum, tá tey hjálptu at rudda býin fyri kommununa.
- Stuðulin frá foreldrunum hevur gjørt okkara arbeiði ómetaliga nógv lættari, sigur Finn Johannessen, sum saman við Hans Jacob Heinesen er venjari hjá KÍ-smádreingjunum.
- Vit eru sloppnir at brúka alla okara orku uppá venjingina, og nú vit fara avstað, nýtist okkum ikki at hugsa um nakað annað enn spælið og sjálva kappingina. Tað hevur ótrúliga nógv at siga, at venjarnir ikki skulu ganga og hugsa um, um klæðini nú eru vaskaði ella um dreingirnir nú fáa okkurt ordiligt at eta, sigur Finn.
Alt slíkt taka tey trý foreldraumboðini sær av. Tey hava býtt liðið í trý, soleiðis at tey hava ábyrgdina av 5-6 dreingjum hvør. Tey fara at halda eyga við øllum frá songartíðum til pengarnar hjá dreingjunum, so foreldrini, sum verða eftir heima, heldur ikki nýtast at hugsa um nakað. Leygarmorgunin verða tey boðin til seinasta felags foreldrafundin, og eftir at dreingirnir eru farnir,
kunnu tey og onnur framvegis fylgja teimum á heimasíðuni  www.finneverton.com, har úrslitini av kappingini verða dagførd hvønn dag.
KÍ-smádreingirnir skulu spæla sín fyrsta dyst mánadagin kl. 16.50, og síðani verður spælt næstan uttan steðg restina av vikuni. Teir koma aftur næsta leygardag, uttan iva móðir og troyttir, men heilt vist eina stóra uppliving ríkari.
Vit á Sosialinum ynskja KÍ-smádreingjunum góðan túr og góða eydnu i kappingini.
Smádreingirnir hjá KÍ eru: Bárður Heinesen, Andrias Ellingsgaard, Páll A. Klettsgarð, Árni Petersen, Hjalti Heðinsson, Eli Simonsen, Jógvan Isaksen, Bogi Jacobsen, Pól J. Poulsen, Sámal Olsen, Daniel Hákunsson Dam, Óli Jacobsen, Eilif Arge, Eli Andreasen, Jan Elmar Sørensen og Teitur Fles.