Málverjin á kvinnuliðnum hjá KÍ hevur fingið boð til tveir landsdystir hjá Serbia í næstum.
Ana Ivanov hevur seinastu tvey kappingarárini vart málið hjá føroyameistarunum KÍ, og í fjør varð hon kosin ársins málverji í kvinnukappingini.
Ana Ivanov er ættað úr Serbia, og hon er nú úttikin til serbiska landsliðið, sum skal spæla tveir dystir í EM-undankappingini í næstum. Serbia spælir 15. september á heimavølli ímóti Belgia og 20. september á útivølli ímóti Bosnia-Herzegovina.
Hetta eru teir báðir seinastu dystirnir í bólkaspælinum. Serbia, sum er í bólki saman við Onglandi, Belgia, Bosina-Herzegovina og Estlandi, hevur 7 stig fyri 6 dystir og er nummar 4 í bólkinum.
Landskappingin hjá kvinnum hevur frí vikuskiftið 17. og 18. september, tí U19 føroyska landsliðið er uttanlands til kapping, og tí fer KÍ ikki at mangla stinna málverjan í nøkrum dysti orsaka av landsliðsuppgávuni.