Tað er sannur fótbóltsfebur í Klaksvík fyri tíðina. KÍ vann í dag sín áttanda sigur á rað í Effo-deildini, tá teir í Gundadali vunnu trupla útidystin móti B36 1-0. Við sigrinum liggur KÍ sjey stig á odda í Effo-deildini, av tí at Víkingur tapti móti NSÍ í gjár, umframt at KÍ vann sín dyst móti hinum kappingarneytanum, B36, í dag.
Merkisvert er, at hetta er sætti dysturin á rað í Effo-deildini, har KÍ vinnur uttan at teir lata nakað mál ígjøgnum.
Einsamalla málið í dystinum skeyt serbiski miðvallarin, Semir Hadzibulic, tá gott og væl 31 minuttir vóru farnir av dystinum. Hann fekk bóltin stutt uttanfyri brotssteigarmarkið, og skeyt við spískum skoti í málið framvið Tórði Thomsen í B36 málinum til 1-0.
Sigurin hjá KÍ var fult uppiborin. KÍ var sum heild greitt omaná allan fyrra hálvleik, og hóast at B36 legði út sum eitt ódnarveður í seinna hálvleiki, gekk ikki long tíð, áðrenn KÍ av álvara tók yvir aftur. Tað var ikki fyrrenn móti endanum, at B36 fekk trýst KÍ eitt sindur.
At KÍ nú aftur er partur av oddinum í føroyskum fótbólti, sást væl á áskoðaraplássunum í Gundadali í dag. Hóast KÍ áskoðararnir seinastu nógvu árini hava møtt trúfast upp til dystir bæði úti og heima, so er áskoðarafjøldin økt eina rúgvu seinastu tíðina, tá KÍ hevur sementerað sítt pláss í oddinum í føroyskum fótbólti.
Og sigast má tí at Mikkjal Thomassen av álvara hevur vakt ein sovandi risa í føroyskum fótbólti.
B36 – KÍ 0-1 (0-1)
0-1 Semir Hadzibulic, 31.