2. deild
Klaksvíkingar vóru í trongum skóm undan dystinum ímóti einum av oddaliðunum í 2. deild, HB. KÍ liggur í skeiva endanum av stigatalvuni, og hóast liðið stundum er væl mannað og spælir væl, so manglar tað at fáa stigini til høldar.
Søgan mundi endurtikið seg leygardagin, tí tað skuldu heili fýra mál til, áðrenn sigurin var heim.
Spælibýtið var javnt fyrru hálvuna av fyrra hálvleiki, og bæði liðni høvdu hug at leypa á. Tað var heimaliðið, sum fekk fyrsta málið. Ein bólturin varð sendur inn í brotsteigin, Eyðun Klakstein pilkaði bóltin niður, vendi sær og smekkaði í málið.
HB raknaði eitt sindur við eftir hetta, og teir gjørdust vandamiklir. Útjavnandi málið kom, tá Ransin Djurhuus og Eyðun Samuelsen spældu bandaspæl, og Ransin sendi í málið umvegis stólpan.
Løtu seinni legði HB seg fram um eftir fríspark. Somu menn vóru uppi í leikinum. Eyðun legði flatt inn fyri, og Ransin stýrdi bóltin í málið. HB hevði uppiborið leiðsluna hesa løtuna, tí teir høvdu trýst heimaliðið góða løtu.
KÍ tók yvir
KÍ legði fyri sum eitt óløgið í seinna hálvleiki, og tað vóru ikki gingnir meira enn tveir minuttir, so hevði heimaliðið javna. Erling Flest (skjótur og vandamikil í høgru) legði flatt inn fyri, og so stýrdi Eyðun Klakstein bóltin í málið.
KÍ trýstið nógv næstu løtuna. Eyðun var nær við at skora, eftir at hann fór frá tveimum verjuspælarum, og fleiri ferðir var líka við, at heimaliðið fekk opnar kjansir. Tað eydnaðist eisini KÍ at skora, tá Olgar Danielsen prikaði Erling Fles leysan. Erling skjeyt flatt, og bólturin streyk í málið.
Eftir hetta høvdu bæði liðni kjansir. Olgar Danielsen var í púra fríari støðu, men misnýtti, og innskifti klaksvíkingurin hjá HB, Johan Lutzen, var um at skora, men verjuspælari fekk sparka burtur.
HB javnaði KÍ-leiðsluna, tá okkurt um 10 minuttir vóru eftir at spæla. KÍ-verjumaður spældi upp á tvørs, og har tók Ingi Rasmussen ímóti, hann spældi HB-spælara leysan, KÍ-málverjin bjargaði skotinum, men tá verjumaður skuldi sparka burtur, rakti hann málverjan, og bólturin støkk í málið.
Hetta var smeitur fyri heimaliðið, sum hevði havt yvirvág seinna umfar. Men KÍ?arnir góvu ikki upp. Harley Bertholdsen, sum var íðin á miðvøllinum alla tíðina, stríddist í vinstru, legði inn fyri, og har fekk Olgar Danielsen høvdið á. Bólturin fóru í bleytum boga í málið, og so var KÍ frammanfyri 4-3.
Tá var bara lítil løta eftir at spæla, og heimaliðið fekk sigurin heim, hóast eitt gott fríspark frá Eyðun Samuelsen voldi trupulleikar, og KÍ-verjuspælari mátti rudda burtur á málstrikuni.
Við sigrinum fekk KÍ fatur á LÍF, sum er triðniðast, og sigurin vísti seg eftir dystin at hava stóran týdning fyri klaksvíkingar, tí aftasta liðið í deildini vann óvæntað og togaði seg trý stig fram.
Næstu ferð spæla klaksvíkingar týðandi botndyst ímóti LÍF í Leirvík.
KÍ-HB 4-3 (1-2)
1-0: Eyðun Klakstein
1-1: Ransin Djurhuus
1-2: Ransin Djurhuus
2-2: Eyðun Klakstein
3-2: Erling Fles
3-3: Sjálvmál
4-3: Olgar Danielsen