Í mun til undanfarna kappingarár er KÍ kanska tað liðið í fremstu deildini, sum hevur størsta partin av hópinum eftir.
Í so máta skuldi hetta boðað frá góðum fyri føroyameistararnr, sum fleiri hava spátt fara at endurvinna meistaraheitið.
Saknur í Kurt
Einasta frágongdin, sum KI hevur havt, er á fremsta á aftasta plássinum, og tað er júst á hesum báðum plássum, at klaksvíkingar ætla at styrkja sær um hópin.
Í fótbóltur 2000, sum Sosialurin gav út fyri stuttum, greiddi Tomislav Sivic frá, at teir arbeiddu við ætlanum um at fáa fatur á tveimum útlendskum leikarum, og nú er líkt til, at hetta arbeiði er um at koma undir land..
Svend Jacobsen, formaður í KÍ, váttar fyri Sosialinum, at talan er um ein 23 ára gamlan áleypara, Srecko Milicevic, og ein 33 ára gamlan málverja, Zoltan Kujundzic sum skulu koma afturat leikarahópinum.
Ov feskir
Svend Jacobsen ásannar, at nýggi álopsleikarin fyrst og fremst er ætlaður at yvirtaka álopssessin hjá Kurt Mørkøre.
- Ikki tí, vit hava fleiri ungar og sera evnaríkar leikarar til álopsplássini, men enn eru hesir kanska nakað feskir, og harafturat vilja vit ikki leggja ov stórar byrðar á herðar teirra alt fyri eitt, greiður Svend frá fyri Sosialinum.
Støðan á málmansplássinum er rættuliga meinlík. Eisini her eigur KÍ nakrar sera evnaríkar leikarar, men afturvendandi spurningurin er eisini her, um leikararnir ikki eru dekan ov ungir og óroyndir.
Umframt at spæla við, er ætlanin eisini, at málverjin skal virka sum málmansvenjari fyri besta mansliðið, og allar ungdómsdeildirnar, og á tann hátt vónar leiðsla felagsins, at jugoslavin eisini upp á longri sikt verður ein vinningur fyri felagið.
Áðrenn leikararnir kunnu knýtast endaliga at leikarahópinum, er tó neyðugt at innferðar- og arbeiðsloyvi verða fingin í rættlag, men nær hetta verður, veit KÍ formaðurin ikki at siga.