KÍ ætlar sær víðari

Í KÍ finna tey seg ikki í, at B36 fekk undantak til at flyta spælaraloyvi. Nú verður kæra send Aganevndini

Fótbóltur

 

- B36 knústi okkum sundur, og tað var ikki Christian Restorff Mouritsen, sum einsamallur gjørdi tað. Men vit vilja ikki finna okkum í mátanum, sum málið er handfarið uppá, og tí er eingin ivi um, at vit fara at kæra.

Soleiðis sigur Fríðin Ziskason, nevndarformaður í Sp/f KÍ, har tey nú fyrireika eina kæru til Aganevndina hjá FSF.

- Fyrst og fremst kæra vit, at FSF við hesum brýtur líkheitsprinsippið, sum altíð skal vera galdandi. Tað er rætt, at UEFA-reglurnar loyva undantøkum frá meginregluni um flytingarvindeyga, um talan er um heilt serligt føri. Og tað kunnu vit so diskutera, um talan er um.

- Men somu reglur staðfesta, at verður hetta gjørt, so má ítróttarligi integriteturin eisini varðveitast, og tað meta vit als ikki er hent í hesum førinum. Veruleikin er, at AB og ÍF hava spælt móti einum B36-liði, sum ikki slapp at nýta Christian Restorff Mouritsen, meðan vit í gjár og 07 Vestur komandi sunnudag koma at spæla móti einum B36-liði, sum hevur Christian Restorff Mouritsen, og tá broytir tú fortreytirnar, sum dystirnir verða spældir undir.

- Hetta gjørdi eg eisini FSF-forsetan varugan við hálvan annan tíma undan dystinum sunnudagin, og eg bað hann um at afturkalla spæliloyvið. Men tað varð ikki gjørt, og tí velja vit nú at kæra. Og kravið hjá okkum er, at nýggjur dystur verður spældur, sigur Fríðin Ziskason.

Hartil vísir hann á, at KÍ longu í mai mánaði søkti um undantaksloyvi. Longu 5. mai var Todi Jónsson til reiðar at tørna út fyri barndómsfelagið, men hóast Todi ikki hevur spælt fótbólt í hálvtannað ár, og hóast felagið, sum hann seinast spældi fyri ikki longur er til, fekk KÍ ikki viðhald í, at talan tá var um heilt serligt føri.