Klaksvíkingar eru í góðveðrinum á veg úr Streymnesi og til hús við trimum stigum. 1. deildarliðið, sum einki fekk burturúr tveimum teimum fyrstu umførunum, hevur vunnið 3-2 í Streymnesi. Fýra av fimm málum vórðu skorað í sambandi við fríspørk.
Hetta var triðja ferðin á rað, at KÍ vann í 1. deild.
EB/Streymur legði seg framum tríggjar minuttir undan steðginum. Málskjútti var Dánjal Davidsen, sum skoraði eftir frísparksinnlegg. Í síðsta minutti fyri steðgin javnaði Leon Bjartalíð fyri KÍ. Hann var spældur leysur úr vinstru og innum.
Tríggjar minuttir eftir hvíldina legði Dánjal Davidsen EB/Streym framum aftur. Hann stútaði hornasparksinnlegg í málið.
Eli Simonsen javnaði, tá ið lítið korter var farið av 2. hálvleiki. Arnhold Joensen trillaði fríspark út frá, og Eli smekkaði í málið av brotsteigar samankomingini.
Lítið korter undan leikloki skoraði Eli Simonsen sigursmálið, tá ið hann úr 20 metrum sendi fríspark framvið Gunnari á Steig í EB/Streyma málinum.