Teir eru júst farnir undir seinna hálvleik á Tórsvølli, har KÍ í kvøld hevur vitjan av Dinamo Tbilisi úr Georgia.
Eftir fyrra hálvleik er KÍ frammanfyri 1-0.
KÍ setti hol á miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Patrik Johannesen stríddist í eykenda lagnum, sneiddi framvið fleiri, áðrenn hann vann horna í høgru.
Jóannes Bjartalíð legði innfyri, og tá ið ein av verjuspælarunum hevði snittað bóltin framvið sínum egna málverja, stóð Deni Pavlovic við handara stólpa og sendi við høvdinum bóltin í málið.
Gestirnir hava verið meiri á bóltinum enn klaksvíkingar, og lítlu løtuna undan steðginum megnaðu teir at spæla seg til møguleika. Annars vóru teir ikki vandamiklir frammanfyri málið hjá Kristian Joensen.
KÍ vísti framúr skilagott avrik. Tað var stutt millum keturnar, liðið flutti seg í verjustøðu væl úr øðrum borðinum og í hitt, og tá ið klaksvíkingar høvdu bóltin vóru teir bæði umhugsnir og skilagóðir.
KÍ - Dinamo Tbilisi (1-0) kl. 19.00
KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck – Jóannes Bjartalíð, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen – Páll A. Klettskarð, Ole Erik Midtskogen
Á beinkinum: Lukasz Jarosiński, Dávid Langgaard, Ísak Simonsen, David Škrbec, Jonn Johannesen, Børge Petersen, Boris Došljak