##med2##
KÍ vann stórsigur 5-1 á Tre Fiori í tí fyrra av teimum undankappingardystum í Europa League kappingini. Tað er gott í sær sjálvum, men fyri klaksvíkingar var 1-5 málið hjá Tre Fiori erguligt, tí við einum 5-0 sigri hevði KÍ vunnið størsta sigurin hjá føroyskum felagsliði í Europa nakrantíð.
KÍ - Tre Fiori 5-1 (2-0)
Patrik Johannesen 1-0 (7.)
Simen Sandmæl 2-0 (37.)
Jonn Johannessen 3-0 (55.)
Jóannes Bjartalíð 4-0 (73.)
Jóannes Bjartalíð 5-0 (84.)
Andrea Compagno 5-1 (93.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum seks málunum. Teitur Joensen var hollur viðmerkjari.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við liðskiparan hjá KÍ, Jákup B. Andreasen, ið staðfesti, at KÍ visti einki um Tre Fiori undan dystinum, og tí tók tað eina løtu at peila seg inn, men 1-0 leiðslumálið hjálpti væl. Returdysturin um eina viku verður spældur í nógvum hita, og tí heldur Jákup, at tað kann fara og gerast torført, men tá er gott at hava eina 5-1 leiðslu í viðførinum.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við tvímálsskjúttan hjá KÍ, Jóannes Bjartalíð, ið hevði eitt dreymahøgg tá KÍ skoraði til 5-0. Jóannes fegnast um sigurin og málini, men tá hann gerst varugir við, at KÍ kundi sett met við at vunnið 5-0 iðrar hann seg nakað, men leggur aftrat, at KÍ fer eisini eftir at vinna returdystin móti Tre Fiori.