KÍ - Tre Fiori kl 19 á FM1: -Rættiliga tætt, men vit áttu at verið eitt vet betri enn hetta liðið

Í kvøld skal slagið standa í Evropa hjá NSÍ og hjá KÍ. KÍ spælir fyrsta dystin av tveimum í Gundadali í kvøld, meðan NSÍ skal til Norðurírlands at spæla ímóti Ballymena United. Dysturin ímillum KÍ og Tre Fiori úr San Marino, byrjar klokkan 19, ímeðan dysturin millum NSÍ og Ballymena byrjar klokkan 19:45.

NSÍ møtir á papírinum sterkari mótstøðu enn KÍ, men KÍ møtir einum sera royndum liði, við fleiri leikarum, ið hava spælt á rættiliga høgum støði. Mikkjal Thomasen sigur soleiðis um uppgávuna í kvøld:

-Hetta er eitt sera roynt lið, ið vit koma at møta. Teir spæla við lágari leikferð, og vita hvat teir gera. Teir hava ein kláran hátt at spæla uppá, og tað verður partvíst okkara uppgáva at vinda dystin upp í hægri leikferð. Teir fara at royna at lokka okkum frameftir, men vit mugu finna eina javnvág, soleiðis at vit stýra dystinum, uttan at lata ov nógv pláss at renna í. Tí um teir fáa pláss at renna í, hava teir nakrar vandamiklar leikarar, ið kunnu skapa okkum trupulleikar í mótálopi. Vit eru sterkir bæði við og uttan bólt, vit hava fleiri streingir at spæla uppá, vit mugu bara síggja hvussu leikur fer.

KÍ-Tre Fiori klokkan 19:00 á FM1

Ballymena United-NSÍ klokkan 19:45