KÍ trygt í finaluna

Kvinnuliðið hjá KÍ hevur fjórða árið á rað vunnið seg í steypafinaluna í fótbólti. Eftir 3-0 í fyrru hálvfinaluni vann KÍ eisini seinna dystin móti B365. Hesa ferð 2-1

Fótbóltur

B36 kendi treytirnar, tá tær á heimavølli skuldu royna at basa KÍ í kappingini um at røkka steypafinaluni.
KÍ vann fyrru hálvfinaluna 3-0, og tí skuldi heimaliðið vinna við fýra málum, fyri at koma víðari. Fyrstu løtuna royndu tær hjá B36 eisini at leggja trýst á, og millum annað høvdu tær eitt fríspark, sum tók undirsíðuna av tvørtrænum. Men við eitt punkteraði KÍ alla vón hjá havnarliðnum.
Malena Jospehsen fekk strítt seg til brotsspark, og hóast B36 mótmælti avgerðini, so stóð dómurin við. Rannvá Andreasen varð sett at skjóta, og hon var ósvikaliga trygg úr ellivu metrum.
Nakað seinni økti KÍ ti 2-0, tá Malena Josephsen fekk sett høvdið undir eitt hornaspark. Tvær B36 gentur royndu á mállinjuni at forða bóltinum í at fara inn, men til fánýtis.
Allur ivi um endaliga vinnaran av dystinum var nú burturbeindur, men B36 fekk tó minkað um munin, tá Maria Vang nakað fyri hálvleik stútaði hornaspark inn vi nærmastu stong.

Kann gerast spennandi
Við sigrinum staðfestu KÍ-kvinnurnar, at tær í løtuni eru sterkasta liðið í landinum, soleiðis sum tær eisini hava verið tey bæði seinnu árini.
Mótstøðliðið í finaluni varð ikki funnið fyrr enn hóskvøldið, men líka mikið um tað verður HB ella B71, sum fær sessin í finaludystinum, so er einki at ivast í, at KÍ verður stórfavorittur at vinna dystin.
Dysturin mikukvøldið sýndi tó, at talan væl kann fara at gerast um eina spennandi seinnu hálvu í landskappingini. Tey bæði seinnu árini hevur mest sum eingin kunna gjørt nakað sum helst við einaráðandi oddaliðið, men B36 prógvaði so hesaferð, at tær kunnu geva teimum harða mótstøðu, so spennandi tykist tað í øllum førum at vera.

B36-KÍ 1-2 (1-2):
KÍ víðari við 5-1 samanlagt.
0-1: Rannvá Andreasen
0-2: Malena Josephsen
1-2: Maria Vang