Formula-deildin, 13. umfar
Av teimum fýra dystunum hetta vikuskiftið hevði tann í Fuglafirði helst mest óvæntaða útfallið, um stigatalvan skal nýtast sum barometur fyri tað, sum roknast kundi við. Hinvegin staðfestir formkurvan, at ÍF seinastu umførini hevur savnað fleiri stig saman enn klaksvíkingarnir, og tí var hetta kanska slettis ikki heilt so óvæntað, tá alt kom til alt.
Hetta staðfesti tó tendensin, sum hevur verið galdandi fyri KÍ seinastu vikurnar, har tað bert er stórsigurin í Vági, sum lýsir nakað upp millum úrslitini, sum fyri tað nógva hava verið vónbrot. Seinastu sjey dystirnir hava bara kastað sjey stig av sær, og tað er altso ikki nóg mikið, um haldast skal fast í oddinum.
Sterk GÍ-verja
Av liðunum í oddinum er KÍ eisini heilt greitt liðið, sum hevur veikastu formkurvuna í løtuni, og við komandi uppgerðum móti HB (heima) og NSÍ (úti) tykist tað nú verða sannleikans tími hjá KÍ.
Formkurvan tykist annars staðfesta, at tað verða HB, NSÍ og GÍ, sum skulu stríðast við EB/Streym um oddasessin í deildini. Serstakliga hava teir í Havn og í Runavík verið óførir við stigasavnanini, men tað skal ikki gloymast, at GÍ í fyrsta dystinum í trettanda umfarinum tók alt við sær úr Gundadali, har HB vitjaði. Eitt úrslit, sum eisini staðfesti týdningin av sterku GÍ-verjuni, sum við 11 málum er tann verjan í landinum, sum hevur latið fægstu málini ígjøgnum.
Veikt B36-álop
Júst verjuparturin varð uttan iva fremsta orsøkin til, at B36 í fjør kundi lyfta FM-steypinum á seinasta leikdegi, og árstalsfelagið í Havn er eisini liðið, sum hevur latið næst fægst mál ígjøgnum. Sammett við árið í fjør, so er talan tó langt ífrá um somuu defensivu styrki.
Í fjør læt B36 einans 17 mál fara ígjøgnum í 27 dystum, og við 13 málum longu nú, verður trupult at halda fast í framúr góðu hagtølunum.
Hinvegin er málskjótingin hjá B36 lítið økt sammett við gullárið. Í fjør skoraði B36 38 mál í 27 dystum, meðan talið higartil er 17 mál í 13 dystum. Og bæði á form- og stigatalvuniv svíður tað fast, at talan bara gjørdist um javnleik, tá VB/Sumba vitjaði í 12. umfarinum.
VB/Sumba standa veikir
Í botninum tykist tað enn standa greitt, at talan fyrst og fremst verður um dyst millum B68, ÍF og VB/Sumba. Av hesum trimum eru suðuroyingarnir teir, sum í løtuni standa nógv veikastir, og stóri spurningurin hjá teimum verður, um teir kunnu venda byttuni, tá B68 kemur á vitjan komandi umfarið. Tilsvarandi dystin hevur VB/Sumba longu vunnið eina ferð í ár, og tað man ivaleyst geva gott mót til mongu áskoðarnar, sum roknast kann við, nú jóansøka er.
Tað skerst tó ikki burtur, at samstundis sum hugt verður at formkurvuni, so skal eisini hugsast um, at tað er ójavnt, hvussu ofta tey seks ovastu hava verið partur av innanhýsis uppgerðum hesar seinastu ferðirnar. Hjá B36 og EB/Streymi er talan um fýra slíkar uppgerðir seinastu seks umførini, meðan tað hjá GÍ, KÍ, NSÍ og HB er talan um tríggjar slíkar uppgerðir. Hetta undirstrikar kanska eisini tunga sjógvin, sum klaksvíkingar í løtuni eru partur av, meðan tað hinvegin helst gevur B36 eina vón um, at tað enn ber til at toga seg uppeftir.
Komandi umfarið
Umframt kravið um at vinna dystir móti niðaru liðunum, so eru tað tó meira enn nakað annað innan hýsis dystirnir í oddinum, sum eru avgerandi fyri gongdina í oddastríðnum.
Í so máta verður talan um tvinnar oddadystir komandi umfarið. Tann fyrri longu mikukvøldið, tá HB fer á vitjan í Klaksvík, og tann dystin verður tað ikki minst spennandi at vita, hvussu harða dystarskráin við Intertot-bólti hevur ávirkað HB-liðið. Seinni toppdysturin verður í Gøtu, har NSÍ kemur á vitjan. Hinir dystirnir eru Skála-EB/Streymur, B36-ÍF og so botngysarin í Vági, har VB/Sumba leygardagin tekur ímóti B68.