Tað eru longu tríggjar vikur síðani, at tað var greitt, at KÍ vann unglingadeildina í ár. KÍ hevur verið í serflokki og tók seg langt fram um øll hini eftir summarsteðgin. Longu í fjórðseinasta umfari gjørdist tað greitt, at eingin fór at fáa KÍ aftur.
Í kvøld endaði unglingadeildin, og KÍ endaði 8 stig frammanfyri nummar 2 í deildini.
Karl Vidtfeldt, nevndarlimur í FSF, handaði í kvøld KÍ unglingunum gullmerki og steyp sum prógv um føroyameistaraheitið, sum teir hava vunnið í ár.