KÍ kvinnurnar fóru tíðliga seinnapartin úr Gundadali við 4-2 sigri ímóti B36.
Hetta var triði dysturin hjá KÍ kvinnunum í hesum kappingarárinum, og hetta var triðja ferðin, at tær fóru av vøllinum við fullari úrtøku.
Sanna Jacobsen legði gestirnar framum í fimta minutti, og Rannvá B. Andreasen økti til 2-0 seks minuttir seinni. Fimm minuttir eftir steðgin var tað Malena Josephsen, sum skoraði til 3-0, og spurningurin tóktist vera, hvussu stórur KÍ sigurin fór at verða.
Eitt stórt korter var farið av seinna hálvleiki, tá ið Sigrun K. Kristiansen minkaði um munin til 1-3, men tveir minuttir seinni økti Sigrid Jacobsen um KÍ leiðsluna til 4-1.
Tveir minuttir undan leikloki var tað Marjun Danielsen, sum skoraði fyri B36, og so var 4-2 til KÍ.
Fyrsta bríksl var í tveimum dystum klokkan 16: EBS/Skála – HB við Margáir og ÍF/Víkingur – B68 í Sarpugerði.