Í gjárkvøldið kl. 20 lokala tíð, ið er tað sama sum klokkan seks føroyska tíð, skuldi KÍ gera burtur av sær í Europa Cup kappingini fyri meistaralið. Eftir 3?0 tapið á Svangaskarði fyri einari viku síðani var eingin møguleiki fyri, at teir skuldu vinna samanlagt. Hvussu tað gekk, verður meiri at frætta um í blaðnum í morgin. Blaðið var farið til prentingar, áðrenn dysturin varð spældur.
Dysturin var í Beograd ímóti Reyðu Stjørnuni. Klaksvíkingar fóru úr Føroyum leygardagin. Teir vóru í Keypmannahavn inntil mánadagin á middegi. Tá fóru teir til bulgarska høvuðsstaðin Budapest við flogfarið, og síðani koyrdu teir í bussi til Beograd. Hagar komu teir seint mánakvøldið. Fyrrapartin týsdagin vóru teir til venjingar, og týskvøldið vóru teir á stóra vøllinum í jugoslaviska høvuðsstaðnum.
Tað eru 20 spælarar við í ferðalagnum, og teir allir og Tomislav Sivic vóru á vøllinum sunnudagin. Mótstøðuliðið var Haslev, sum spælir í seriu 2 á Sælandi. Jákup Mikkelsen býr í Haslev, og fyrrverandi KÍ venjarin, Jens Hvidemose, hevur havt við felagið at gera.
KÍ spældi við einum liði í 1. hálvleiki og einum øðrum í 2. hálvleiki. Allir spælararnir royndu seg á vøllinum. Tá teir ikki vóru á vøllinum, vandu teir kondi. Haslev hevði ikki nógv at bjóða uppá. KÍ vann 5?1. Í steðginum var 2?0. Tomislav Sivic og Arnold Joensen skoraðu málini undan steðginum. Í 2. hálvleiki skoraði Rógvi Jacobsen øll trý málini.
Hóast Reyða Stjørnan í gjárkvøldið ivaleyst tók sær av løttum, og fleiri av eykamonnunum fingu høvi at royna seg, so mundi mótstøðan í hitanum kennast ivaleysa stór hjá KÍ.
Í dag fer KÍ ferðalagið, sum telur 30 fólk, úr Beograd. Leiðin gongur til næststørsta býin í Jugoslavia. Hann eitur Subotica. Bussurin við klaksvíkingunum fer í dag í ein landnyrðing. Teinurin er knappar 200 kilometrar ígjøgnum Serbia, sum tað hevur verið so nógv at hoyrt um tey seinastu tíggju árini.
Subotica liggur dygst norður móti markinum til Ungarn. Tomislav Sivic hevur gjørt avtalur um fleiri venjingardystir, meðan KÍ er í býnum. Klaksvíkingarnir koma aftur til Føroya 27. juli.
jh