Lagt er upp til nakrar spennandi dystir, tá 22. umfar í Effo-deildini er á skránni sunnudagin klokkan 15.00.
Gestur í FSF Varpinum hesaferð er hjálparvenjarin hjá A-landsliðnum, Jóannes Jakobsen Hann setur orð á landsliðsavrikið týskvøldið. Tó snýr størsti parturin seg um 22. umfar í Effo-deildini, sum kann blíva avbera spennandi.
Hann væntar millum annað, at KÍ fær tað torført í Runvík. So torført, at Kí vinnur. Hinvegin væntar hann ein smalan sigur til Víking í Gundadali. Tað merkir so, at tað kann blíva ótrúliga spennandi undan dystinum millum Víking og KÍ komandi umfar.
Effo-deildin 22. umfar:
NSÍ-KÍ (15.00) Beinleiðis á Rás2
HB-Víkingur (15.00) Beinleiðis á Rás2
TB-B68 (15.00)
Skála-B36 (15.00)
ÍF-AB (15.00)