Føroyameistararnir úr B36 taka í dag klokkan 15:00 ímóti KÍ í Gundadali. Talan er um fyrsta dystin í 13. umfari í Effodeildini. Seinni í dag verður oddabrak við Margáir, har EB/Streymur tekur ímóti Víkingi.
Tað hevur ikki gingið heilt sum ætlað hjá B36 í ár. Liðið, sum í fjør vann FM heitið, liggur í dag á einum sætta plássi heili níggju stig aftanfyri oddaliðið EB/Streym. Mikukvøldið vann B36 1-0 í grannauppgerðini ímóti HB.
KÍ hevur hinvegin tikið fleiri av bóli við sínum góðu úrslitum. Teir liggja í løtuni á einum triðja plássi og hava vunnið seks av teimum sjey seianstu dystinum. Sjeynda dystin taptu teir stórt fyri HB í júst Gundadali.
Vinnur KÍ, so taka teir seg fram í oddastíðnum, tí EB/Streymur og Víkingur, sum liggja nummar eitt og tvey, spæla móti hvørjum øðrum. Vinnur B36, so koma teir ájvant KÍ í stigum.
Við Margáir er satt oddabrak. EB/Streymur hevur fingið eina stak góða byrjan upp á kappingarárið, og liggja heili fimm stig frammanfyri Víkingi á øðrum plássi. Skal Víkingur gera sær nakrar tankar um at vinna FM heitið, so er umráðandi ikki at tapa í kvøld, tí so verður munurin heili átta stig.
Víkingur hevur ikki vunnið í fimm dystum upp í slag. Teir hava tapt tveir og spælt tríggjar javnar, meðan EB/Streymur hevur vunnið seks teir seinastu dystirnar. Mikukvøldið vunnu teir á ÍF á heimavølli.
Rás 2 sigur frá dystinum í Gundadali millum B36 og KÍ. Hann byrjar klokkan 15:00, meðan oddabrakið í Streymnesi byrjar klokkan 18:00.