Venjingarmiðstøðin ÍÐKA í Klaksvík, sum fyrr hevur hildið til í hølum í svimjihøllini og í hølum hjá Nema á Stangavegnum, flytur nú í nýggj, nýumvæld høli.
ÍÐKA letur upp mánadagin 3. apríl á Bøgøtu 38, har Rúsan fyrr helt til. Bygningurin er umvældur og gjørdur í stand, og nú eru 700 fermetrar tøkir til ídnar íðkarar at venja í. Venjingarmiðstøðin hevur eisini nýggja útgerð, stóran holdsal og ein spinningsal.
Hóast dýrnar lata upp í morgin, so er almenn móttøka leygardagin 8. apríl kl. 13. Tá bjóðar ÍÐKA køku, kaffi og frukt og møguleika at luttaka í ókeypis venjingartímum.
Alla fyrstu vikuna verður opið hús, og øll eru vælkomin inn at venja. Til ber at fáa rundvísing av hølinum og nýggju maskinunum, skrivar ÍÐKA á facebook.