Pætur J. Petersen og liðfelagarnir í KA ferðaðust í dag longu leiðina úr Akureyri til Keflavíkar fyri at spæla útidyst í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Tað endaði við einum 4-3 sigri til KA. Pætur var á vøllinum seinasta korterið av dystinum.
KA kom á odda bæði 2-1, 3-2 og 4-3, tá tað loksins eydnaðist at halda leiðsluna.
KA er nú nummar seks í deildini við 20 stigum.
Komandi hóskvøld klokkan 19 taka Pætur J. Petersen og liðfelagarnir í KA móti írska liðnum, Dundalk í øðrum umfarinum í Europa Conference League undankappingini.
Megnar KA at vinna ein samlaðan sigur á Dundalk, so møta Pætur og liðfelagarnir belgiska stórliðnum, Club Brügge í triðja undanumfarinum.