Kabarettin rullar

Í kvøld verður ólavsøkukabarettin frumsýnd. Sambært fyrireikarunum er nógv gott á skránni, men júst hvat er innihaldið, er enn ein loynidómur

Seinastu dagarnir hevur verið arbeitt mestsum nátt og dag í Sjónleikarhúsinum í Havn. Ólavøkukabarettin er á skránni og hevur verið tað í ein góðan mánað hjá fólkunum, ið skipa fyri henni.

Í kvøld skal alt fyrireikingararbeiðið vera liðugt og úrslitið roynast á palli í frumsýningini klokkan 19.00.

Men áðrenn tað, fær eingin at vita, hvat ið væntast kann. Kabarettfólkini halda kortunum tætt inn at kroppinum.

Okkurt ber tó til at siga um innihaldi í kabarettini, millum annað við at kaga í leikskránna, ið bleiv liðug fyri einari viku síðan.

At døma útfrá myndunum í kabarettskránni, so fáa føroysku prestanir eitt slag ella kanska tvey, meðan Paul Watson fær eina kæra hond.

Sangirnir og onkrar av myndunum kundu bent á, at tey trý hugtøkini byrsur, skot og Klaksvík á onkran hátt verða samantvinnað í einum sketsji. Hvussu, er ikki greitt.

Fjakkaragenturnar, ið hetta farna hálva árið hava skrivað heim til ungdómsblaðið Krydd og sagt frá um lukt, muslimar og kamelar í Egyptalandi, fara, eftir tí sum hevur verið at frætt, eisini at fáa nógv oman yvir seg.

Forsølan av atgongumerkjum til kabarettina byrjaði longu mánadagin. Sum altíð í sambandi við ólavsøkukabarettir er tað eitt sindur óvist nær seinasta sýning verður. Men sum er ætla tey at halda fram við at spæla til 1. august.

Verður stórur eftirspurningur eftir atgongumerkjum, fara sýningarnar helst at halda fram í nakrar dagar afturat.