- Kærkomið við tveimum venjingardystum

Í farnu viku var føroyska U17-landsliðið við dreingjum í Gibraltar, har liðið spældi tveir venjingardystir. Úrtøkan gjørdist ein javnleikur og eitt tap

Í farnu viku var føroyska U17-landsliðið við dreingjum í Gibraltar, har liðið spældi tveir venjingardystir. Úrtøkan gjørdist ein javnleikur og eitt tap.

 

– Spælararnir hava ikki spælt altjóða dystir í næstan tvey ár, og tí var tað sera kærkomið at fáa hesar venjingardystirnar. Tað var eyðsýnt, at liðið hevði brúk fyri hesum dystunum, og tað kendist gott at koma í gongd aftur við at spæla landsdystir, sigur Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, sum í farnu viku var í Gibraltar, har liðið spældi tveir venjingardystir.

 

Úrtøkan gjørdist ein javnleikur og eitt tap. Í fyrra dystinum vunnu heimadreingirnir 2-1. Føroyska málið skoraði Suni Herman Petersen. Í seinna dystinum gekk betri, og úrslitið bleiv javnleikur 2-2. Málskjúttar hjá Føroyum vóru Hanus Højgaard og Marius Allansson, skrivar Fótbóltssambandið.

 

– Vit spældu tveir javnar og góðar venjingardystir, har allir í hópinum fingu høvi at royna seg. Næstu vikurnar halda vit fram við fyrireikingini til eina spennandi og krevjandi kapping í Eysturríki, sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.

 

Venjingardystirnir móti Gibraltar vóru partur av fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum verður í Eysturríki í døgunum 4. til 13. oktober. Umframt vertslandið og Føroyar, eru Slovenia og Kosovo eisini í bólkinum.