Kærleikin endaði í harðskapi

Fyrr í vikuni møtti ein 46 ára gomul kvinna í Føroya rætti, ákærd fyri harðskap og fyri at hava botið húsafriðin hjá fyrrverandi sjeikinum. Sambært ákæruritinum hevði hon tvær ferðir, tveir fylgjandi dagar, møtt upp heima hjá fyrrverandi sjeikinum og sligið, sparka og klóra nýggju damu hansara. Kvinnan noktaði seg seka.

 

Ákærin ynskti at kvinnan varð dømd 40, 50 dagar fongsulsrevsing. Hon vísti á, at ákærda møtti óboðin upp og at forholdið millum hana og mannin var liðugt longu eitt ár framman undan hesi hending, sambært manninum. Ákærin vísti á, at bæði maðurin og hin kvinnan greiddu frá, at tað var ákærda, ið var tann aggressivi parturin, og hon helt tað vera skerpandi, at kvinnan fór aftur á bústaðin, hóast løgreglan hevði givið henni boð um at halda seg burtur.

- Tað tykist greitt, at tað var svartsjúka, ið elvdi til hendingina. Hetta hjálpir at fata, hví hon gjørdi, sum hon gjørdi, men skal als ikk skiljast sum linnandi umstøður, segði ákærin.

 

Verjin vildi vera við, at talan í stóran mun var um eina misskiljing. Kvinnan var komin fyri at lata manninum ein lykil og tosa um løn, og tað var hin kvinnan, sum hevði tikið stig til harðskap.

- Talan er um tvær kvinnur, sum báðar vilja hava sama mann, so sjálvandi eru nógvar kenslur upp á spæl, segði verjin.

Hon vísir eisini á, at skaðin á kvinnuna er sera avmarkaður, og tí kann harðskapurin ikki hava verið av harðliga slagnum.

 

Dómarin valdi at geva kvinnuni ein treytaðan dóm í 30 dagar.

 

- Hetta er eitt keðiligt mál, sum tað altíð er, tá talan er um kærleiksforhold. Hóast talan er um svartsjúku, so er harðskapur ongantíð góðtikið, segð i dómarin. Dómarin metti ikki, at talan var um ein bardaga í revsirættarligum forstandi, og tí kundi ákærda ikki verja seg við hesum. Hinvegin vísti dómarin á, at talan var um avmarkaðan skaða og ikki harðligan harðskap og tí fekk kvinnan ein lutfalsliga linan dóm, sum harumframt varð gjørdur treytaður.

 

Les alla søguna í Vikuskiftissosialinum.