Kaféin í SALT í nýggjum hami

Leygardagin, 11. juli kl. 11.00 letur kaféin í SALT upp í nýggjum hami. Í kaféini kanst tú njóta eitthvørt leskiligt, samstundis sum at tú kanst njóta tað sjáldsama góða útsýni út yvir Trongisvágsfjørð.

Nógv fólk ferðast til Suðuroyar í summar, og vit gleða okkum til at taka ímóti bæði ferðandi og fastbúgvandi, og at bjóða tykkum eitthvørt gott og leskiligt undir góman, frættist úr SALT, har nógv tiltøk eru á skránni í summar.

Opið verður hvønn dag millum kl. 11 og 18.