Talan er um sáttmála fyri maskinmeistarar í størvum hjá SEV og IRF.
Sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2019, og handaðu partarnir hvørjum øðrum sáttmálakrøv á fundi 24. februar 2020. Síðan tá hava seks fundir verið millum partarnar, og í dag varð semja um nýggjan sáttmála undirskrivað, boða feløgini frá í tíðindaskrivum.
Talan er um eina trý ára semju, ið byggir á lønarhækkan í prosentum.
Tann 1. oktober 2019 hækka lønirnar 2,56%, tann 1. januar 2021 hækka lønirnar 2,05%, og tann 1. oktober 2021 hækka lønirnar 1,25%.
Í semjuni er eisini áseting um serstaka viðbót fyri 1. vaktmeistarar.