info
Ongi úrslit

KAF sigur nei til skipað viðurskifti

Maskinmeistarafelagið slepti at kalla øllum øðrum krøvum fyri at fáa greiðar ásetingar um arbeiðstíðina í sáttmálan, men tað vil KAF ikki

Eirikur Lindenskov
3. september 2024 kl. 18:58

Tíðindaskriv frá Maskinmeistarafelagnum:

Formaðurin í felagnum undrast á, hví KAF ikki vil hava skipað viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum 
Semingsmaðurin hevur seinnapartin kastað frá sær í royndini at fáa semju millum Maskinmeistarafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, um nýggjan sáttmála fyri maskinmeistararnar hjá SEV og IRF.
Í Maskinmeistarafelagnum undrast tey stórliga, at KAF ikki hevur verið til at vika, men bara vent øllum ynskjum í hurðini. Tí knúturin í samráðingunum er ikki krøv um stórar lønarhækkingar, men eitt einfalt krav hjá Maskinmeistarafelagnum um at fáa skipað viðurskifti á sáttmálaøkinum. 
Ítøkiliga snýr tað seg um eitt krav um at fáa greiðar arbeiðstíðarreglur ásettar í sáttmálanum. Reglur, sum definera arbeiðstíðina – og harvið eisini frítíðina hjá starvsfólkunum – og áseta karmar fyri eitt nú arbeiði í vaktum.
Sáttmálabrot
Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, er stórliga bilsin, í felagnum eru tey ikki í iva um, at tað er í stríð við galdandi sáttmála, soleiðis sum vaktararbeiðið hjá SEV verður praktiserað og umsitið í dag.
- Hjá SEV hava tey vaktarskipanir í dag, sum greitt bróta við sáttmálaásetingarnar, og tær eru ongantíð góðkendar av Maskinmeistarafelagnum. Fingu vit semju um arbeiðstíðarreglurnar, høvdu vit kunna gjørt tað lógligt, sum í dag er ólógligt.
- Men okkurt bendir á, at KAF vil hava kaos á økinum, so tey betur kunnu manirera við fólkinum, sum tey finna tað fyri gott. Eg dugi í hvussu er ikki at síggja nakra skilagóða grundgeving fyri at siga nei til skipað viðurskifti, sigur hann.
Sjálvt um semingsroyndin er slitnað, fara maskinmeistararnir hjá SEV og IRF ikki til hús beinanvegin. KAF hevur ikki lýst verkbann, og Maskinmeistarafelagið hevur ikki lýst verkfall.
- Vit hava bíðað síðan 1. oktober 2022, tá verandi sáttmáli gekk út, so vit kunnu saktans bíða eitt sindur afturat. Tað fyrsta, vit gera nú, er í hvussu er at bjóðað okkara limum á hesum sáttmálaøkinum til kunnandi fundir, har vit greiða teimum væl og virðiliga frá støðuni, sigur Arnfinn Bech.
 

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

22 tímar síðan

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nokta seg sek­ar í álvar­sama máli­num um rán og eld­áseting

17 minuttir síðan
Hondbóltur

Óli skoraði og legði upp til 11 mál í oddadystinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Samhaldsfasti hækkar gjaldið upp í 6.830 krónur

2 tímar síðan
Tíðindi

Bretska sendikvinnan vitjað Løgtingið

3 tímar síðan
Tíðindi

Alt ov dýrt at koyra gjøgnum Eysturoyar­tunnilin

4 tímar síðan
Tíðindi

Fimm hand­tikn­ir við hern­að­ar­flog­støð leys­latnir

5 tímar síðan
Tíðindi

Tøknin gevur og tekur

5 tímar síðan
Tíðindi

Aksel leggur uppskot til fíggjarlóg fram mikudagin

5 tímar síðan
Tíðindi

Undirvísingar­stýr­ið og Nám verða løgd saman

6 tímar síðan
Tíðindi

Tiltrongdar dagføringar á spæliplássi

7 tímar síðan
Tíðindi

12 tilflytarar møttu til fyrsta fundin á Kambsdali

7 tímar síðan
Fótbóltur

U19-landsliðið tapti stórt fyri Írlandi

7 tímar síðan