- Eg eri sjálvur sera kræsin, og fari eg í holt við nakað, skal tað gerast ordliga. Tí visti eg eisini frá byrjan, at Café 45 ikki bara skuldi vera enn ein café, sum allar aðrar, sigur Johannes Brandal, sum í morgin letur upp nýggja café í Klaksvík.
Og kræsni hjá eigaranum sæst í allar mátar aftur bæði í handfaringini og úrvalinum av kaffisløgum, gestirnir kunnu vænta sær. Til at tryggja sær at góðskan er í lagi, setti Brandal seg í samband við danska kaffiskennaran Johan Ottosen, sum hesar dagarnar leggur teimum lag á kynstrið at bryggja ein veruligan kopp av kaffi.
Sum gott vín
- Tíverri eru fólk so von við vánaligt kaffi, at tey vita ikki, hvat tey missa. Kaffi skal vera ein uppliving og ikki bara nakað, tú gongur og sutlar, uttan at geva tær far um detaljurnar, sigur Johan Ottosen, sum dagliga starvast hjá donsku kaffifyritøkuni MoccaBox.
Tað er Johan, sum hevur staðið fyri at velja kaffisløgini, ið verða bryggjað her á Café 45. Og alt bendir á, at her er bara tað allarbesta kaffi nóg gott. Umframt Espresso, Cappuccino og café Latte, sum flestu kaffidrekkarar kennast við, verða trý onnur sløg at velja ímillum hjá kræsnum kaffigómum, Keyna AA, Brasil Santos og China Yunnan. Biður tú um ein kopp av einum av hesum trimum kaffisløgum, verður nýmalnað kaffi bryggjað, meðan tú bíðar, og kann tað sostatt ikki fáast frískari.
- Avgerandi loyndarmálið við góðum kaffi er, at tað skal vera bryggjað úr so nýmalnum og nýristaðum bønum, sum til ber. Tástani koma allar detaljurnar fram, sum gera ein góðan kopp av kaffi til eina uppliving, av teimum heilt serligu, sigur Johan og leggur afturat, at í so máta er kaffi mest at líkna við kynstrið at kenna gott vín.
Ikki sterkt
- Men hvussu er? Skal eg ikki bjóða tykkum ein veruligan kopp av kaffi?, spyr Johan, og fer í holt við mala nakrar óvanliga vælangandi kaffibønir. Meðan hann stákast, greiðir hann frá, at tað er ein serliga stór fragd at sleppa at bryggja kaffi við føroyskum vatni hesar dagarnar.
- Eg ivist í, um tit vita, hvussu framúr gott tað føroyska vatnið er at bryggja kaffi við. Tað ber stutt sagt ikki til at samanlíkna tað við eitt nú vatnið í Keypmannahavn, har smakkurin av klori, røri og rusti doyvir góða kaffismakkin, sigur hann, og setur nýbryggjaða kaffikoppin á borðið.
- Jú, hetta smakkar ótrúliga væl má sigast. Løgi, tí sjálvt um smakkurin mest sum breiðir seg heilt út í fingraspíssarnar, følist tað als ikki sterkt.
- Tað er ein stór misskiljing, at gott kaffi skal vera so sterkt, at tú helst skalt fáa eitt sindur ilt í búkin av tí. Gott kaffi hevur ein fullan smakk, ikki sterkan, sum oftast bara er eitt annað orði fyri beiskt. Og tað skal kaffi undir ongum umstøðum vera, sigur Johan.
Góð kaffiráð
Nú Café 45 fer at bjóða fólki ein smakk av sonnum kaffikynstri, fer talið av kræsnum kaffigómum uttan iva at økjast, er Johan sannførdur um.
- Tað vísir seg, at hevur tú einaferð roynt veruliga gott kaffi, verður ringt at venda aftur til hálvvánaliga kaffið, vit annars eru von við, sigur Johan, sum tí heldur tað vera hóskandi at geva fólki nøkur góð kaffiráð at halda seg til heima: Vel altíð so nýmalið kaffi, sum møguligt; stoyt ongantíð kókandi vatn á malnað kaffi - bíða umleið 1 minutt; vaska kannu, trakt og termukannu við uppvaskievni hvørja ferð.
Ein vanligur kaffipakki gevur ongantíð bestu kaffigóðsku, men fylgir tú hesum ráðum, verður úrslitið so frægt, tað kann blíva, sigur Johan
Umframt serliga úrvalið av kaffi, verða eisini ymsir lættir rættir og køkur at fáa á Café 45, sum letur upp í morgin fyrrapartin.