Mánakvøldið heldur Anja Andreasen, Cand.Phil. í søgu og siðsøgu, fyrilestur um uppruna og søgu Sambandsflokksins, á Resturant Fortuna.
Mánakvøldið 17. mars heldur skipar Norðoya Sambandsfelag fyri kaffihugnað á Resturant Fort-una.
Tiltakið byrjar kl. 21:00 og á skránni er kunning um tað aktuellu politisku støðuna og ein fyrilestur um søgu og uppruna sambandsflokksins.
Eisini verður felagssangur og burturlutan.
Fyrilesturin hjá Anju
Anja sigur at tað er sera áhugavert at lesa um tey mál sum vóru á polittisku dagsskránni tá Sambandsflokkurin bleiv stovnaður í 1906.
Ein kann siga at avhaldsspurningurin hevði minst líka stóran týdning í orðaskiftinum sum sjálvstýrisspurningurin.
Eisini hevur ofta verið víst á at sambandsflokkurin var stovnaður sum ein høgraflokkur, men tað er sera ivasamt hvussu aktuellur hesin spurningurin var í 1906.
Fráhalds og brennivínsflokkar?
Anja Andreasen sigur at tað vóru serliga avhaldsmenn sum vóru við til at stovnað Sambandsflokkin og tað er sera áhugavert at lesa um hvussu stóran týdning hetta hevði fyri flokkin á fyrstan tíð.
Í politiska orðaskiftinum um tað mundi tá Sambandsflokkurin bleiv stovnaður, varð av álvara tosað um at stovnað avhaldsflokkar og brennivínsflokkar.
Tiltakið sum Norðoya Sambandsfelag nevnur "Kaffihugni" er ókeyps og øll eru hjartaliga vælkomin.
Norðoya Sambandsfelag
John W. Joensen formaður, Karl Olgar Joensen næstf., Erikka Eltør kassameistari, Elisabeth Joensen (Betta) skrivari og Poul Juul Vilhelmsen nevndarlimur.