Kaj Højgaard medalju frá drotningini

Kaj Højgaard á Toftum er av drotningini heiðraður fyri at hava verið á sama arbeiðsplássi í Runavík í samfull 50 ár.

Kaj Højgaard á Toftum er av drotningini heiðraður fyri at hava verið á sama arbeiðsplássi í Runavík í samfull 50 ár.

 

Tað var seinnapartin í gjár, at  Kaj Højgaard fekk handaða ”Den Kongelige Belønningsmedalje” frá hennara hátign Margrethu drotning II, fyri góða og trúgva tænastu.

 

Tað var borgarstjórin í Nes kommunu og fyrrverandi starvsfelagin í Borg, Jóhannus Danielsen, sum handaði Kaj medaljuna, og í tí sambandi vóru familja, starvsfelagar og viðskiftafólk møtt upp til handanina, sum var aðru ferð innan fyri ein góðan mánað, at Kaj bleiv heiðraður.

 

Tann 17. mai vóru júst 50 ár liðin, síðani hann kom í starv hjá táverandi Højgaards Handilsvirki í Runavík, og sjálvur 50 ára dagurin varð hildin við stórari móttøku á Borg, sum arbeiðsplássið nú eitur, tann 29. mai, tá eini 300-350 fólk møttu upp.

 

Kaj arbeiðir framvegis nakrar tímar um vikuna hjá Borg, og hann er altíð klárur at rætta eina hjálpandi hond, um tað skuldi staðið á.