Kaj Klein gevur mánadagin 2.Apríl út trífløguna Úr Maskinrúminum, ið hann hevur gjørt í samstarvi við Tórodd Poulsen, skald. Samstarvið er vorðið til eitt verk, har góður tónleikur og góðar yrkingar ganga hond í hond og skapa ein frálíka eind. Tónleikurin er væl spældur av sera dugnaligum tónleikarum, og sungin av ráu rokkrøddini hjá Kaj, ið klæðir væl til henda eitt sindur trubadurkenda tónleikin.
Plastnoist
Á føroyska tónleikapallinum er Kaj Klein m.a. kendur úr bólkinum Plastnoist, ið hann stovnaði saman við bróðurinum Karl Anton Klein, sála. Hesin kompromisleysi rokkbólkurin hevur millum ár og dag havt nógvar minniligar konsertir bæði í Føroyum og Danmark, umframt at teir hava tvær fløguútgávur aftan fyri seg YppBaraØksl og 21. Í nøkur ár var einki at hoyra til Plastnoist, meðan bæði Kaj og Karl Anton fingust við aðrar verkætlanir, men til ervið hjá Karl Anton í Kagganum í fjør hevði bólkurin eina kensluborna konsert, eins og Plastnoist spældi á Planet Awards í sambandi við, at Karl Anton, sáli fekk serliga planet herðaklappið, fyri sítt stóra arbeiði innan føroyskan tónleik. Løtan var sera sterk, og vitnaði um, at Kaj Klein er ein heilt serligur sangari, við nógvari sál. Í samstarvinum við Tórodd hevur Kaj skapt eitt slag av skitnum føroyskum C.V. Jørgensen við tyngri føroyskum stevi. Hetta er poetiskur popp/rokkur.
Tónleikaframleiðarin Kaj
Kaj Klein gav fyri nøkrum árum síðan út fløguna Hálvt frá hálsi, við nýtulkingum av gomlum føroyskum slagaranum, og á onkran hátt tekur henda nýggja fløgan tráin upp eftir henni. Annars hevur Kaj verið virkin sum ljóðblandari á fleiri føroyskum fløgum Hann stóð fyri TUTL útgávuni Grót Føroyskt, hann tók upp og ljóðblandaði Sun Magnet hjá Mold, fløguna hjá Sirm umframt frálíku fløgurnar hjá Maður:Glotta.
Danskar topptónleikarar við sær
Við sær til Føroyar hevur Kaj Klein ein flokk av donskum topptónleikarum, ið eisini hava hjálpt til á fløguni. Umframt Kaj Klein sjálvan, sum spælir gittar og syngur, spæla: Palle Hjort, fyrrverandi urguleikari í Plastnoist, sum er vorðin fastur maður í danska superbólkinum Savage Rose eftir Thomas Koppel sála. Palle spælir klaver, orgul og harmonika v.m. Palle Hjort er ein óvanliga gávuríkur tónlistarmaður. Joachim Ussing, sum hevur verið í Føroyum fyrr saman við Peter Abrahamsen, spælir bass. Peter Dombernowsky, ið m.a. spælir við Lis Sørensen, spælir trummur. Mikkel Røhrbæk spælir eisini gittar, og føroyski tungmálmsbólkurin SIC syngur kór saman við Elini Smith og Elspu Metzdorff.
Nógvur tónleikur
Á teimum trimum fløgunum Úr Maskinrúminum eru 23 nýggj løg, eitt Bob Dylan lag, og eitt verk sum eitur ”biltúrur við skaldinum” Tað er Kaj klein, ið hevur skrivað næstan allan tónleikin, og nøkur av orðunum.
Útgávukonsertin í Miðlahúsinum er mánakvøldi 2. apríl klokkan 20, meðan tann á Bryggjuni í Vestmanna er mikudagin 4. Apríl. Klokkan 22.