Tað halda veljarar hjá øllum teimum stóru flokkum – uttan Fólkaflokkinum.
Ein spurnarkanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri in.fo í kjalarvørrinum av fólkatingsvalinum. Í kanningini verður spurt:
– Eigur Kaj Leo Johannesen at fara frá sum formaður í Sambandsflokkinum?
Veljarar hjá Tjóveldi:
64 prosent siga »ja« – 36 prosent siga »nei«
Veljarar hjá Sambandsflokkinum:
53 prosent siga »ja« – 47 prosent siga »nei«
Veljarar hjá Javnaðarflokkinum:
58 prosent siga »ja« – 42 prosent siga »nei«
Veljarar hjá Fólkaflokkinum:
34 prosent siga »ja« – 66 prosent siga »nei«
Veljarar hjá hinum flokkunum:
37 prosent siga »ja« – 63 prosent siga »nei«
300 fólk eru spurd í kanningini, sum er gjørd í kjalarvørrinum av fólkatingsvalinum, og tey eru millum 18 og 80 ár. Tey eru spurd fríggjadagin 19. juni millum klokkan 18:30 og 19:18.
Spurningurin, tey fingu, er soljóðandi:
– Eftir afturgongdina hjá Sambandsflokkinum, heldur tú at Kaj Leo Johannesen eigur at fara frá sum formaður í Sambandsflokkinum?
Tað sum kanska er áhugavert er, at tað bara er í Fólkaflokkinum av teimum stóru flokkunum, at meiriluti er ímóti, at Kaj Leo Holm Johannesen skal leggja frá sær sum formaður í Sambandsflokkinum eftir afturgongdina hjá flokkinum á fólkatingsvalinum.