Kaj Leo fekk spælitíð í heimasigri hjá Vali

Valur vann á Grindavík, ið hevði René Shaki Joensen á beinkinum allan dystin

Ein potentiel føroyingauppgerð var í Pepsideildini í Íslandi, tá Valur tók ímóti Grindavík í dag, men tað bleiv bert talan um ein føroyskan aktør.

Kaj Leo í Bartalsstovu kom tíðliga í seinna hálvleiki á vøllin fyri Val, ið vann 1-0 á Grindavík, ið hevði René Shaki Joensen á beinkinum allan dystin. Kaj Leo kom til ein sera góðan málmøguleika, men málverjin hjá Grindavík, Vladan Djogatovic vardi væl fyri skotinum hjá Kaj Leo.

Gongdin hevur ikki verið góð hjá meistaraliðnum, Vali higartil í ár, og tí kom sigurin í dag á eitt sera turt stað. Andri Adolphson skoraði sigursmálið hjá Vali tá 67 minuttir vóru leiktir.

Hjá Grindavík gongur heldur ikki nakað serligt. Teir hava eins og Valur 10 stig. 

Hitt føroyingaliðið í Íslandi, FH spælir í løtuni móti KR á heimavølli. Brandur H. Olsen byrjar inni fyri FH.

Støðan í Pepsideildini:

 

NRLIÐDystirVJT
1Breiðablik1071222:1122 stig
2KR962117:920
3ÍA951315:1216
4Stjarnan1043317:1615
5KA940511:1112
6Fylkir933315:1612
7FH833214:1512
8Valur1031616:1610
9Víkingur R.924313:1510
10Grindavík92437:910
11HK922510:128
12ÍBV91268:235