Kaj Leo fingið debut í Levanger FK

Kaj Leo í Bartalsstovu spældi í kvøld ein hálvleik í 1-3-tapi ímóti Byåsen TF.

Kaj Leo í Bartalsstovu fekk í kvøld debut fyri nýggja felagið hjá sær, norska Levanger FK. Hetta fekk hann í venjingardysti ímóti Byåsen TF, sum spælir í somu deild sum Levanger FK, nevniliga triðbestu deidlini.


Kaj Leo byrjaði dystin á høgra vongi, men varð – eins og allir hinir – útskiftur í hálvleikinum. Tá var støðan 3-0 til Byåsen TF. Levanger BK megnaði at pynta eitt sindur um úrslitið í seinna hálvleiki, soleiðis at Byåsen TF vann dystin 3-1.


Hetta var fjórði vinardystur hjá Byåsen TF í ár, meðan hetta var hin fyrsti hjá Levanger FK, so Kaj Leo og liðfelagarnir taka ikki tapið so tungt, frætta vit úr Noregi.


Levanger FK spælir sín næsta venjingardyst 1. mars á útivølli ímóti Kristiansund BK.