Letur Heðin Mortensen ikki sín tingsess til næsta mann, fer Kaj Leo Johannesen ongan veg í Tinganes Tað sigur Kaj Leo við Útvarpið og Rás2 í kvøld.
- Eg fari sjálvandi ikki í landsstýrið, um hetta merkir, at Sambandsflokkurin missur ein tingmann, sigur Kaj Leo.
Hann sigur, at løgmaður hevur lovað at tosa við Heðin Mortensen um trupulleikan. Og loysir hetta ikki málið, verður tað altso ikki ein sambandstingmaður úr Suðurstreymoyar valdømi, sum fer í tøka landsstýrissessin, sigur Kaj Leo Johannesen við Rás2.
Í tíðindaskrivinum í dag varð annars - uttan nakað fyrivarni - staðfest, at Kaj Leo verður nýggjur landsstýrismaður.
Og enn sigur Heðin Mortensen seg ikki hava hoyrt nakað frá løgmanni.
- Jóannes er sjálvandi væl komin at tosa við meg. Men fyrst og fremst, so verður tað mín egna støðutakan, sum verður galdandi. Og so leingi sum løgmaður ikki formliga hevur tilnevnt nýggjan landsstýrismann, havi eg ikki nakað ítøkiligt at taka støðu til. So her og nú fyllir ein møguligur tingsessur ikki serliga nógv í mínum hugaheimi, sigur Heðin Mortensen í stuttari viðmerking.