Kaj Leo, John og Jacob

VIÐMERKINGAR

Sosialurin royndi fyrrapartin í dag at fáa viðmerkingar frá løgmanni, Kaj Leo Johannesen, nú formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Viberg Sørensen, heldur, at løgmaður eigur at taka eina avgerð í makrelspurninginum.
Á løgmansskrivstovuni fingu vit at vita, at løgmaður í morgun hevur verið upptikin av vitjanin úr danska kongshúsinum.
Vit royndu eisini at fáa viðmerkingar frá John Johannesen, løgtingsmanni, sum er formaður í uttanlandsnevndini, men hann tók ikki telefonina, tá vit ringdu í morgun.
Tað var uttanlandsnevndin, ið líka sum álegði landsstýrismanninum, Jacobi Vestergaard, at taka upp politiskar samráðingar við Ísland, Noreg og ES um makrelspurningin, áðrenn nøkur endalig avgerð verður tikin í Føroyum um møguliga at áseta eginkvotu av makreli í føroyskum sjógvi fyri 2010.
Jacob Vestergaard hevur verið á fundi við íslendska og norska fiskimálaráðharran, men enn vantar fundurin við fiskivinnukommiserin í ES.
Í síðstu viku segði landsstýrismaðurin við Sosialin, at fundurin við fiskiveiðimyndugleikarnar í ES kanska verður 5. juli, men seinast, vit frættu, var ætlaði fundardagurin ikki endaliga ásettur.
Sosialurin fer til blaðið mikudagin at spyrja Jacob Vestergaard, hvør orsøkin er til, at hann ikki vil loyva Norðborg at fiska tey 2800 tonsini av makreli, sum lógu eftir frá 2009.