Tað gjørdist ein keðilig byrjan hjá føroyingaliðnum, Vali uppá kappingina í Pepsideildini.
Heimir Guðjónsson, høvuðsvenjari hjá Vali hevði Magnus Egilsson og Kaj Leo í Bartalsstovu við frá byrjan tá Valur á heimavølli tók móti KR í Reykjavíkar-klassikaranum.
Útiliðið KR vann 1-0 við máli sum Óskar Örn Hauksson skoraði seks minuttir undan steðginum.
Stutt undan leikloki hevði Kaj Leo í Bartalsstovu størsta málmøguleikan hjá Vali í seinna hálvleiki, men royndin hjá Kaj Leo fór beint framvið málinum hjá KR.
Í morgin klokkan 17 spælir liðið hjá Gunnari Nielsen, FH á útivølli móti HK.
Næsti dystur hjá Vali verður móti Grótta á útivølli komandi leygardag klokkan 14.45.
12 lið eru í Pepsideildini, so leikast skulu 22 umfør.
Íslendska landskappingin er sett til at enda 31. oktober. Vanliga plagar kappingin at enda seinasta vikuskiftið í september ella fyrst vikuskiftið í oktober.