Kaj Leo og liðfelagarnir snávaðu móti botnproppinum

Njarðvík fekk bara eitt stig við sær frá Dalvíkarvøllinum í dag

Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Njarðvík høvdu undan dagsins dysti bert fingið eitt stig í trimum teimum seinastu dystunum í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Í dag spældi Njarðvík móti botnproppinum, Dalvík-Reynir á útivølli á Dalvíksvøllinum, og tí vóru vónirnar góðar hjá Njarðvík at kunna knógva einum sigri.

 

Men tað endaði við einum skuffandi 0-0 javnleiki. Kaj Leo sum var á vøllinum í 88 minuttir hevði onkrar royndir móti málinum hjá Dalvík/Reynir, men tað eydnaðist hvørki honum ella liðfeløgunum at tryggja Njarðvík ein kærkomnan sigur í dag.

 

Njarðvík er næstfremst í deildini við 21 stigum fyri 12 dystir. Seks stig eru upp til Fjölnir á fremsta plássinum. 

 

Bert nummar eitt aftaná lokna kapping flytur beinleiðis upp í bestu deildina. Liðini sum enda millum nummar tvey og fimm spæla um uppflyting.

 

Komandi hóskvøld klokkan 20.15 tekur Njarðvík móti Leiknir á heimavølli.