Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Njarðvík endaðu á einum sætta plássi í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini, og tí sleppa teir ikki at spæla dystir um uppflyting.
ÍBV vann deildina við 39 stigum og flytur tí beinleiðis upp í bestu deildina. Liðini sum endaðu millum nummar tvey og fimm skulu spæla fyrst tvær hálvfinalur. Síðani skulu vinnararnir av hálvfinalunum spæla eina uppflytingarfinalu.
Njarðvík endaði tvey stig aftanfyri nummar fimm, ÍR sum endaði á 35 stigum.
Njarðvík spældi í dag dyst á útivølli móti Grindavík í 22. og seinasta umfarinum. Dysturin endaði við javnleiki 2-2, og tað rakk ikki hjá Njarðvík.
Oumar Diouck legði Njarðvík á odda í 27. minutti, men tíðliga í seinna hálvleiki skoraði Grindavík tvey mál upp á tveir minuttir. Í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat eydnaðist tað Marcelo Deverlan at tryggja Njarðvík javnleik, men tað var tá samanum kom ikki nóg mikið.
Við einum sigri í dag hevði Njarðvík farið framum ÍR við betri málmuni. So Kaj Leo og liðfelagarnir kunnu iðra seg.
Kaj Leo var á vøllinum í 70 minuttir í dag.
Hálvfinalurnar eru ÍR-Keflavík og Fjölnir-Afturelding. Spælt verður úti og heima.
Støðan:
Nr. | Lið | Dystir | V | J | T | Málmunur | +/- | Stig |
1 | ÍBV | 22 | 11 | 6 | 5 | 50:27 | 23 | 39 |
2 | Keflavík | 22 | 10 | 8 | 4 | 37:24 | 13 | 38 |
3 | Fjölnir | 22 | 10 | 7 | 5 | 34:28 | 6 | 37 |
4 | Afturelding | 22 | 11 | 3 | 8 | 39:36 | 3 | 36 |
5 | ÍR | 22 | 9 | 8 | 5 | 30:28 | 2 | 35 |
6 | Njarðvík | 22 | 8 | 9 | 5 | 34:29 | 5 | 33 |
7 | Þróttur Reykjavík | 22 | 8 | 6 | 8 | 37:31 | 6 | 30 |
8 | Leiknir Reykjavík | 22 | 8 | 4 | 10 | 33:34 | -1 | 28 |
9 | Grindavík | 22 | 6 | 8 | 8 | 40:46 | -6 | 26 |
10 | Þór | 22 | 6 | 8 | 8 | 32:38 | -6 | 26 |
11 | Grótta | 22 | 4 | 4 | 14 | 31:50 | -19 | 16 |
12 | Dalvík/Reynir | 22 | 2 | 7 | 13 | 23:49 | -26 | 13 |