Árni Joensen, Esbjerg
???????????????????
Góði Kaj Leo!
Tú fegnast um stórtíðindini um, at ríkisfelagsskapurin nú gevur okkum føroyingum í Danmark møguleika at fáa ein turran kjøtbita. Ja, mangt kann nýtast í politikki.
Vit hava nú búð her í fleiri ár, og tað hevur ongantíð staðið á at fáa ein bita úr Føroyum. Sat so seint sum í gjárkvøldið og piðaði ein hárygg. Tá einki er eftir á honum, verður okkurt annað tikið úr boksini. Satt at siga er hon ikki so ólík einari føroyskari frystiboks. Har eru bæði ræstur fiskur, tálg, mørur, livrar, rullipysla og kjøtpylsa umframt nakað av grind og spiki.
Og lat meg so skoyta uppí, at einki av hesum smakkar ella luktar av ríkisfelagsskapi - heldur tvørturímóti.