Kaj Leo skoraði í íslendska stórsteypadystinum

Íslandsmeistararnir, Valur vunnu á steypavinnarunum, ÍBV í stórsteypadystinum í kvøld

Í Íslandi er ein "Meistari Meistaranna", tá ein vinnur stórsteypadystin millum meistararnar og steypavinnararnar.

 

Meistararnir, Valur og steypavinnararnir, ÍBV við Kaj Leo í Bartalsstovu við frá byrjan spældu stórsteypadystin í kvøld.

 

Valur vann dystin 2-1. Øll málini komu í fyrra hálvleiki. Valur kom á odda tá ein hálvur tími var farin, og 10 minuttir seinni øktu teir til 2-0.

 

Beint undan steðginum minkaði Kaj Leo í Bartalsstovu um munin við einum góðum skoti.

 

Men fleiri mál komu ikki í dystinum, og Valur er tí "Meistari Meistaranna" í Íslandi.