Kaj Leo skoraði tvey mál móti greiða oddaliðnum

Kaj Leo í Bartalsstovu var sera eyðsýndur, tá Akranes tapti tepurt fyri Breiðabliki í steypakappingini

Kaj Leo í Bartalsstovu var sera eyðsýndur og skoraði tvey mál, tá hann og liðfelagarnir taptu tepurt 2-3 fyri Breiðabliki í áttandapartsfinaluni á heimavølli í steypakappingini.

 

Breiðablik, ið er greitt oddalið í bestu deildini var greiður favorittur til at sigra á Akranesi í kvøld.

 

Í steðginum var Breiðablik á odda 2-0, men so traðkaði Kaj Leo í karakter. 

 

Tá seks minuttir vóru farnir setti Kaj Leo eitt brotsspark trygt í netið, og tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini var Kaj Leo skjótur at gagnnýta eitt mistak hjá málverjanum hjá Breiðabliki, og javnaði hann til støðuna 2-2 til stóran fagnað fyri heimafjøldina.

 

Men ólukkutíð skoraði Gisli Eyjólfsson fyri Breiðablik við góðum skoti, tá klokkan vísti 90 minuttir.

 

Akranes fullu, men teir fullu við æru. Kaj Leo hevði aðrar góðar royndir á málið hjá Breiðabliki, og var hepnið við honum hevði gøtumaðurin skotið hattrick í kvøld.

 

Akranes kann nú fokusera uppá at bjarga sær í deildini. Komandi mánakvøld hevur Akranes ein lykladyst móti Leiknum í Reykjavík. Akranes er triðaftast í bestu deildini við átta stigum. Leiknir hava fýra stig, og tí kann ein sigur til Akranes flyta nógv rætta vegin á stigatalvuni.