Kaj Leo til sølu á eBay

Tað er ikki stórur áhugi fyri at keypa eina mynd av løgmanni

Tað er ikki stórur áhugi fyri at keypa eina mynd av løgmanni.

 

Ein mynd av Kaj Leo Holm Johannsen við autografi og búmerki hjá Løgmansskrivstovuni er til sølu. Seljari er onkur í Coventry í Onglandi:

 

– Hendan myndin, sum er 6 x 3,3 tummar til støddar, hevur ektaðu hondskriftina hjá tí víðagitna føroyska forsætisráðharranum. Og myndin er í sera góðum standi og verður latin í einum plastikkhylki, skrivar seljarin.

 

Áhugin fyri at ogna sær løgmann var kortini ikki serliga stórur. Myndin varð sett til sølu fyri 0,99 ensk pund. Harafturat skal keypari gjalda postgjaldið, sum er í minsta lagið 2,03 pund. Um onkur í Avstralia ella New Zealandi keypir, skrivar seljarin, so kann hann risikera at gjalda 5,05 pund.

 

Løgmaður er kanska ikki so víðagitin, sum seljarin vil vera við, tí enn er einki boð komið upp á løgmann.