Kaj Leo undir niðurflytingarstrikuni

Nú liggur Levanger tungt í sjónum

Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Levanger í næstbestu fótbóltsdeildini áttu í dag heimadyst ímóti Strømmen. Neyðugt var hjá Levanger við stigum í dag fyri at kunna halda sær røttu megin niðurflytingarstrikuna.

 

Men tað gekk ikki eftir vild hjá Levanger, sum tapti 0-1 ímóti Strømmen. Eirik Schulze skeyt sigursmálið, tá ein hálvur tími var farin av dystinum. 

 

Kaj Leo fekk 62 minuttir á vøllinum, áðrenn hann var skiftur út.

 

Levanger liggur nú, sum nummar 13 av teimum 16 liðunum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini við 23 stigum. Tó eru bert tvey stig upp til bjargingina, og enn eru sjey umfør eftir at leika.