Kaj Leo Í Bartalsstovu verður ikki við Víkingi um vikuskiftið, tá teir fáa vitjan 07 Vestur í landskappingini, tí hann skal royndarvenja við danska Lyngby, skrivar Norðlýsið í dag.
Kaj Leo hevur fyrr royndarvant við hollendska De Graafschap. Hann hevur í longri tíð leitað eftir einum møguleika at sleppa av landinum at spæla fótbólt.
Sambært Norðlýsinum fór Kaj Leo Í Bartalsstovu til Lyngby, eftir landsdystin móti Íslandi mikukvøldið, og verður ikki tøkur til dystin móti 07 Vestur um vikuskiftið. Sam Jacobsen er farin aftur til Danmarkar, meðan Dánjal Pauli Lervig hevur leinbann, eftir at hava samlað sær fimm gul kort.