Føroysku umboðini í norðurlandakappingini fyri skúlaungdómar, kunnu sum heild vera nøgd við avrík síni. Allir fingu stig, og nærum allir telvaðu yvir tað væntaða.
Ingolf Gaard og Rúni Dragaberg, báðir úr Klaksvík, luttóku í elsta bólkinum, teimum 17-20 ára gomlu, og her eydnaðist tað Ingolfi at fáa eitt stig av seks møguligum, meðan Rúni fekk hálvt stig.
Ì bólkinum fyri teimum 15-16 ára gomlu gekk tað sera gott hjá føroysku telvararnum. Martin Poulsen úr Havn fekk 50%, tað vil siga trý stig, og endaði mitt í røðini, meðan Hans Kristian Simonsen úr Kollafirði fekk hálvttriðja stig.
Olaf Berg úr Havn hevur altíð staðið seg væl í árligu norðulandakappingini, og í ár varð einki undantak. Hann fekk trý stig og endaði somuleiðis mitt í røðini í 13-14 ára bólkinum. Anders Nicolajsen, búsitandi í Danmark, fekk hálvt stig og endaði aftast.
Sjálvdan sær ein føroyskar gentur telva á høgum støði, men Miriam Olsen, sum eins og Anders er búsitandi í Danmark, fekk gott úrslit í Finnlandi. Hon telvaði í 11-12 ára bólkinum, og ognaði sær tvey stig.
Kappingin varð skipað soleiðis, at tveir teir bestu úr hvørjum norðurlandi umboðaðu ymsu bólkarnar. Úrslitið í ár hjá føroyingunum týður á, at vit saktans kunnu javnseta okkum við hini norðanlondini viðvíkjandi skúlatelving.
Støðuga venjingin unglingarnir fingu, áðrenn farið varð avstað, frá John Rødgaard gav uttan iva unglingunum íblástur og neyðuga sjálvsálitið.
Við á ferðini vóru ferðaleiðarin Martin Berg, og Flóvin Tór Næs, sum talvvenjari.